Loading Events
21.
mar.
Útvalt tiltak
kl. 16:00 - 18:00

!!  Andarúm er avlýst í dag vegna fyrireikingar til vikuskiftið.
Fólk eru her í allan dag, og gjøgnum vikuna at gera hølini klár til stuðulskonsertin sum Reyðakross skipar fyri, til frama fyri teirra arbeið við flóttafólk úr Ukraina. !!

Ein løta at finna kvirruna og lívd frá resinum.

Lívdin er opin frá kl. 16 til 18. Salurin er opin og vit seta róligan tónleik frá.

Tú kanst seta teg í salin eina løtu. Møguleika er at biðja ella skriva bønarevni niður.

Ella tú kanst fáa eitt hyggeligt prát og ein góðan drekkamunn í kaféina.

Tú ert vælkomin inn at finna andarúm.

“Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda, sigur við HARRAN: “Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!”  Sálmur 91:1-2