Loading Events
03.
apr.
Útvalt tiltak
kl. 20:00 - 21:30
Lívdin við Vegin Langa 11

MINNISKONSERT UM ALEX BÆRENDSEN

Vit kunnu siga at Alex Bærentsen er fólkaogn í Føroyum. Øll hava hoyrt ella kenna onkran sang sum Alex hevur framført við síni serstøku djúpu rød.

Svein í Prestgarði við bólki har systur Alex, Rakel Skoubo Bærentsen er partur av bólkinum, fara at framføra løg og sang skattar sum Alex hevur lagt eftir seg á síni tónleika leið megan hann var saman við okkum her á foldum. Stílurin verður tann góði vælljóðandi country tónleikurin sum Svein og Alex hava til felags. Løg sum vit øll kenna við góðum føroyskum andaligum tekstum vera framførd. Alex og Svein hava eisini tað til felags at báðir vilja peika á Harran Jesus við sínum tónleiki.

Stutt um Alex. Hann vaks upp í Trongisvági har hann hevði sína dagliga gongd í Salem. Tað var í samkomuni Salem á Tvøroyri, at Alex, saman við sínum vinmonnum, tók tey fyrstu almennu guitargrebini, líti hugsandi, at henda lítla og varðusliga byrjanin skuldi føra hann upp á hægstu tónleika- og countrytindar innan gospeltónleik í Føroyum. Tad er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at røddin var millum tær allarbestu innan countrysjangruna, tí ikki bara hevði hann røddina, men júst hesin viljin at hava ein boðskap, gav øllum eina djúpa tekstliga og musikalska dýpd.”

Útgávur

Alex var eisini ein virksamur útgevari, tí ikki færri enn  sjey kasettu- og fløguútgávur liggja eftir hann, sum vit vilja nevna í hesum sambandi: LÍVIÐ FÆR VIRÐI, sum kom út í 1985, og var hansara fyrsta útgáva. JÓLAGLEÐIN, sum kom út í 1988 – ENN EG MINNIST í 1990 – MY HOME TOWN í 1992 – PROUD MARY í 1995 – LIVANDI BOÐSKAPUR í 1996 og so DÝRABAR MINNI, sum kom út í 2011, og sum er hansara seinasta útgáva. Afturat egnu útgávunum, so hevur hann luttikið í fleiri útgávum hjá øðrum tónleikarum, sum t.d. á tveimum útgávum hjá MC Restorff. .

Endamálið við konsertini er at koma út við gleðiboðskapinum um Jesus.

Hjartaliga vælkomin

praiseHim er fyriskipari av hesum tiltaki

Atgongumerkja sølan er enda. 100 atgongumerki eru tøk við hurðina.

Melda til

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Melda til are no longer available