Loading Events
05.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 16:00 - 18:00
Lívdin

DJÚPHAVIÐ
Týsdagin 4. og mikudagin 5. oktobur kl. 16-18
Vit umskapa Lívdina til eitt sansaligt djúphav, við ljós- og ljóðeffektum, nógvum at hyggja at, spæla við og uppliva. Børn og vaksin kunnu vera virkin til ymisk ítriv, saman uppliva eina spennandi undirvatnsverð, og fordjúpa seg í sansaspæli og bókum. Kl. 17 verður ein lítil søgu- og sangløta um Jónas og ein hval. Børn og vaksin ganga annars frítt runt og granska, sansa og spæla. Vit bjóða lættan drekkamunn við te, kaffi og saft.

Stovnar, skúlar og frítíðarskúlar kunnu tekna til her, um tey ynskja at vitja Djúphavið í dagtímunum: TILMELDING

ABC FYRI SÁLARLIGA HEILSU
Lívdin er samstarvsfelagi hjá Fólkaheilsuráðnum um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum.

Dagarnir 3.- 9. oktobur verður ABC-vikan, har serligur dentur verður lagdur á ABC-boðskapin: at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, fyri at varðveita og betra um sálarligu heilsuna.
Les meira um ABC-verkætlanina her: ABC fyri sálarliga heilsu

Í sambandi við ABC-vikuna, skipar Lívdin fyri ymiskum tiltøkum.
Les meira her: ABC-vikan í Lívdini