Loading Events
03.
okt.
Útvalt tiltak
kl. 16:00 - 18:00
Lívdin

ANDARÚM
Ein løta at finna andarúm og lívd frá gerandisresinum.
Lívdin er opin frá kl. 16-18 og til ber at seta seg í salin eina løtu. Har er róligur tónleikur frá. Man kann sita í kvirru, men møguleiki er eisini at biðja ella skriva bønarevnir niður.

ABC FYRI SÁLARLIGA HEILSU
Lívdin er samstarvsfelagi hjá Fólkaheilsuráðnum um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Endamálið við ABC fyri sálarliga heilsu er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum íbúgvarnar í Føroyum.

Dagarnir 3.- 9. oktobur verður ABC-vikan, har serligur dentur verður lagdur á ABC-boðskapin: at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, fyri at varðveita og betra um sálarligu heilsuna.
Les meira um ABC-verkætlanina her: ABC fyri sálarliga heilsu

Í sambandi við ABC-vikuna, skipar Lívdin fyri ymiskum tiltøkum.
Les meira her: ABC-vikan í Lívdini