Mítt andaliga heim

Nú havi eg verið í Lívdini nakrar ferðir, hvat so?

Tú hevur møguleika at koma á Limalistan í Lívdini hetta gert tú við at tekna teg her.

Tilmelding til limalistan í Lívdini

Joomla Forms makes it right. Balbooa.com

Húsbólkarnir eru hjartaslátturin í Lívdini. Tað ber illa til at fáa ein familjudám í eini stórari  samkomu. Men tað kunnu vit fáa í húsbólkunum, og har kann hin einstaki luta sítt lív við onnur meiri inniliga. 

Vit hava nógvar tænastur í Lívdini, og tú ert vælkomin at gerast ein virkin partur av onkrum av hesum tænastum. her er ein listi við tænastum, sum tú hevur møguleika at gerast partur av.

 

Má eg vera doyptur fyri at gerast partur av Lívdini?

Nei, vit krevja ikki, at tú skalt verða doyptur fyri at gerast limur í Lívdini. Vit eggja tó øllum, sum kenna Jesus sum sín frelsara, til at lata seg doypa. 

Um tað er meir, sum tú vilt vita, so ert tú vælkomin at klikkja á "Um Lívdina".

 

Bygningur