Hvat onnur siga

Fyrstu ferð, eg var í Lívdini, var á ungdómsmøti fyri fimm árum síðani.

 

Eg merkti, at eg var øðrvísi, tí eg var ikki von at ganga á møti. Men hetta var bert nakað, eg hugsaði sjálv. Eisini var eg ílatin øðrvísi, prátaði øðrvísi og roykti. Ikki nógv har gjørdu tað. Men fólkið har sá ikki tað, sum kanska skilti meg frá teimum. At vera øðrvísi var væl móttikið. Eg fann skjótt út av, at eingin er líka í Lívdini. Fólk vóru sera áhugað í mær, tey prátaðu beinanvegin og spurdu um ymiskt. Eitt nú róstu tey eisini mínum tatoveringum. Eg føldi meg sera væl, góðtikna og viðurkenda.

 

Eg varð bjóðað heim til fólk og fekk skjótt vinir, sum eg í dag eri heilt væl við. Tvær gentur í Lívdini settu saman ein bólk við mær og øðrum nýggjum, har vit bóðu, lósu Guds orð og prátaðu um tað. Hetta skapti sterk vinabond.

 

Læran um Jesus varð greidd frá á ein sera einfaldan og lætt skiljandi hátt. Og vit fingu at vita, at eingir spurningar vóru býttir. Lívdin gjørdist skjótt eitt heitt, trygt, heimligt stað, har ein stuttleikaði sær, lutaði ymisk djúp evni og fekk andaliga føði.

 

Brádliga fekk eg stóran hug at hjálpa við arbeiðinum í Lívdini. Tað gav stóra gleði at kunna brúka sínar gávur at uppbyggja samkomuna við. Eg skilti, at Gud nú brúkti meg at greiða vegin fyri onnur, eins og hann hevði brúkt onnur at greiða vegin fyri meg til at kenna Jesus betri.

 

Eg vil viðmæla Lívdina sum eitt heim fyri tey, ið hava sundurbrotnan anda. Her kunnu tey fáa lívd hjá tí Hægsta, koma at skilja sínar gudgivnu gávur og Guds ætlan við sínum lívi.

Judith Lindarstein
Judith Lindarstein

Fyrsta møtið í Lívdini gjørdi meg forvitna - eg vildi vita meira um Guds orð. Eg skilti beinanvegin, at Lívdin var ein samkoma fyri øll. Fólkið var fyrikomandi, og eg kendi meg vælkomna. 

 

Tá ið ein tíð var fráliðin, tók eg av tilboðnum um at fara í ein húsbólk og ein kvinnubólk. Tann avgerðin broytti mín lívsstíl. Eg fór at umgangast nógv fleiri trúgvandi.

 

Mítt vit verður stimbrað, og eg havi tað stuttligt saman við trúgvandi fólki. Hetta er tað øvugta av tí, ið eg áður helt. Tá søgdu fordómarnir mær, at tey trúgvandi vóru keðilig. Hugburðurin er broyttur frá at vilja hava og eiga og til, at eg í dag ynski at tæna og geva. 

 

Lívdin hevur givið lívinum nýggja meining.

Súsanna Martinsdóttir
Súsanna Martinsdóttir

 

Bygningur