Hent at vita

Hvar er Lívdin?

Leygarkvøld og sunnumorgun er Lívdin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík - sí kort.

Vikudagar er Lívdin í húsunum (Lonini) beint yvir av grundøkinum, sum nýggja Lívdin verður bygd á við Vegin Langa - Oman Hoydalar 28 - sí kort.

 

Nær eru tiltøk?

Sunnumorgun er familjumøti kl. 11:30-13:00. Børnini fara í sunnudagsskúla kl. 12:00 til 13:00. So møtast øll aftur og syngja saman eina stutta løtu, áðrenn farið verður til hús.

Kl. 11:00 er samfelagsløta við drekkamunni. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Nær skal eg koma?

Kom í góðari tíð. Tú kanst nýta trappurnar niður í salin ella lyftina niður. Um tú ætlar tær at koma á seinna møtið kl. 12:00, ert tú vælkomin at koma í góðari tíð, so tú eisini kanst fáa ein góðan drekkamunn og gott prát við onkran.

 

Hava tit nakað fyri alla familjuna?

Ja, tað hava vit. Familjumøti kl. 11:30 er fyri alla familjuna. Seinnu helvt av familjumøtinum fara børnini í sunnudagsskúla og smærru børnini til barnaansing. Hetta gevur eisini foreldrum og avvarandi høvi at njóta boðskapin og lovsangiin í friði.

Alive er nakað fyri tey ungu. Annað hvørt leygarkvøld (tá einki er fríggjakvøld) er stórt ungdómstiltak í Skúlanum við Løgmannabreyt kl. 21:00 við nógvum tónleiki, leiki, vitnisburðum og talu. Eisini er gott samfelag um ein góðan drekkamunn.

Og annað hvørt fríggjakvøld (tá einki er leygarkvøld) er eitt annað ungdómstiltak í Lonini, Oman Hoydalar 28 kl. 20:00.

Fleiri tiltøk eru eisini fyri kvinnur, menn, hjún, einstaklingar og familjur.

Lívdin hevur nógvar aðrar tænastur, sum eru fyri alla familjuna. Sí tænastur.

  

Nú havi eg verið í Lívdini nakrar ferðir, hvat so?

So hevur tú møguleika at gerast partur av onkrum húsbólki og koma við í eina tænastu - sí Húsbólkar.

Húsbólkarnir eru hjartaslátturin í Lívdini. Tað ber illa til at fáa ein familjudám í eini stórari  samkomu. Men tað kunnu vit fáa í húsbólkunum, og har kann hin einstaki luta sítt lív við onnur meiri inniliga.

Vit hava nógvar tænastur í Lívdini, og tú ert vælkomin at gerast ein virkin partur av onkrum av hesum tænastum. Niðanfyri er ein listi við tænastum, sum tú hevur møguleika at gerast partur av. Sí tænastur.

 

Má eg vera doyptur fyri at gerast partur av Lívdini?

Nei, vit krevja ikki, at tú skalt verða doyptur fyri at gerast limur í Lívdini. Vit eggja tó øllum, sum kenna Jesus sum sín frelsara, til at lata seg doypa. 

Um tað er meir, sum tú vilt vita, so ert tú vælkomin at klikkja á ”Um Lívdina”.

Bygningur