Trúðarjáttan

Hvat trúgva vit?, Grundleggjandi sannleikar, sum Lívdin lærir:

Hesir sannleikar, ynskja vit, skulu galda í øllum tænastum, arbeiði, møtum, andaktum, húsbólkum og dagligum lívi í Lívdini

 

 

1. TRÍEINDIN
Gud er Skapari heimsins og heldur heiminum uppi. Hann er æviga tríggir Persónar: Gud Faðirin, Gud Sonurin og Gud Heilagi Andin. allir tríggir eru eins í mátti og dýrd og eru ein Gud.

1 Mós. 1:1,26,27; 3:22; 5 Mós. 6:4; Esa. 45:14; 46:9; 48:16; Sálmur 90:2; Matt. 3:16-17; 28:19; 1 Pæt. 1:2; 2 Kor. 13:13.

 

 

2. GUD FAÐIRIN
Gud Faðirin verður ofta róptur fyrsti Persónur Tríeindarinnar. Hetta vil ikki siga, at Hann er nakað fram um hinar limir Tríeindarinnar. Hann er hin eini og sanni Gud, sum skapti alt og heldur øllum uppi. Gud er andi, ævigur, óbroytiligur, heilagur, rættvísur, sannleiki, altvitandi, almáttugur, allastaðni í senn, náðiríkur, kærleiksfullur, dómari og frelsari. 
1 Mós. 1:1; Sálmur 19:2; Róm. 1:19-20; Jóh. 4:24; Heb. 1:12; Esa. 40:27-31; Sálmur 139:7-12; 2 Pæt. 3:8; 1. Jóh. 1:7; 4:8; Esa. 6:1-3; 5 Mós. 32:4; Sálmur 145:9; Jóh. 3:16.

 

 

3. GUD SONURIN - JESUS KRISTUS 
Jesus Kristus hevur sama mátt og somu dýrd sum Faðirin og Heilagi Andin. Sum fullkomið menniskja livdi Hann eitt syndafrítt lív og gav Seg Sjálvan sum lýtaleyst offur fyri synd, tá ið Hann doyði á krossinum. Hann reis upp frá hinum deyðu triðja dagin og vísti Seg sum sigurharra yvir deyðanum. Hann fór til Himmals og tænir har í dag. Ein dag fer Hann at koma aftur í mátt og miklari dýrd sum Kongur konganna og Harri harranna. 
Matt. 1:22,23; 28:6; Esa. 9:6; Jóh. 1:1-5, 14; 8:29,58; 14:10-30; Heb. 4:14,15; 1 Kor. 15:3,4; Áp. 1:9-11; Kol. 2:9,10,15; 1 Tim. 6:14,15; Tit. 2:13.

 

 

4. GUD HEILAGI ANDIN 
Heilagi Andin hevur sama mátt og somu dýrd sum Faðirin og Sonurin og er ein Persónur eins og Teir. Tænasta Hansara er at sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm. Hann tekur bústað í teimum, sum verða frelst. Hann innsiglar hin trúgvandi og veitir kraft at liva andaliga lívið, at skilja Skriftirnar og andaligar sannleikar. Hann gevur teimum trúgvandi andaligar gávur og hjálpir teimum at brúka tær. Sum trúgvandi ynskja vit dagliga at liva undir leiðslu og fylling Hansara. 
1 Mós. 1:2; Ezek. 37:1-14; 2 Kor. 3:17; Jóh. 16:7-13; 14:16,17; Áp. 1:8; 5:3-4; Róm. 8:2; 1 Kor. 2:12; 3:16; Gal. 5:22-23,25; Ef. 1:13; 4:30; 5:18.

 

 

5. BÍBLIAN 
Bíblian er Orð Guds og er skrivað av monnum undir leiðslu Heilaga Andans. Bíblian er innblást av Gudi og tí grundarlagið undir og myndugleikin yvir øllum sannleika og er vegleiðarin fyri andaliga lívið. 
2 Tim. 3:16,17; 2 Pæt. 1:20,21; 1 Kor. 2:13; Jóh. 17:17; Matt. 5:17-18; 1 Tim, 5:18; 2 Tim. 1:13; Sálmur 119:105,160; 12:7; Orð. 30:5.

 

 

6. MENNISKJAN OG SYND 
Menniskjan er skapt í mynd Guds og er dýrabarasti skapningur Hansara. Men menninskjan er dálkað av synd og er tí skild frá Gudi. Synd gevur ikki bert menniskjanum nógvar trupuleikar í dagliga lívinum, men ger, at menniskju uttan Gud enda í ævigum skilnaði frá Gudi - í Helviti. 
1 Mós. 1:27; 2:7; Sálmur 8:3-6; 1 Mós. 3:1-24; Esa. 53:6a; Róm. 3:23; Esa. 59:1,2; Ef. 2:3.

 

 

7. FRELSAN 
Frelsan er fría gáva Guds, men menniskju mugu taka ímóti henni. Frelsan kann ikki vinnast við góðum verkum. Einans við trúgv á Jesus Kristus, offur Guds fyri synd, kunnu vit verða frelst frá trældómi Satans. Tá vit í trúgv venda okkum til Harran Jesus frá syndafullu og sjálvrættvísu leiðum okkara, verða vit frelst. Vit fáa ævigt lív - verða fødd av nýggjum - í tí løtu, vit bjóða Jesusi inn í lív okkara sum Frelsara og Harra. 
Esa. 53:6b-7; Róm. 3:24; 6:1-4,23; Ef. 1:4; 2:8,9; Jóh. 14:6; 1:12; Tit. 3:5; Gal. 3:26; Róm. 5:1; 1 Pæt. 1:18; 2 Pæt. 1:1; 3:9; 1 Jóh. 2:2.

 

 

8. ÆVIGUR TRYGGLEIKI 
Ein sannur trúgvandi hevur ævigt lív- ein ævigan tryggleika í frelsu síni. Um ein er føddur av nýggjum, kann hann ikki "missa" frelsuna. Frelsan er givin av náði og æviga mátti Guds eina, ikki av verkum hins trúgvandi. 
Jóh. 10:28, 29; Róm. 8:31-39; 2 Tim. 1:12; Heb. 7:25; 10:10,14; 1 Pæt. 1:3-5; Ef. 4:30; 1 Jóh. 5:10-13.

 

 

9. AFTURKOMA HARRANS 
Áðrenn Harrin Jesus fór til Himmals, segði Hann lærisveinum Sínum, at Hann fór at gera stað til reiðar, og tá ið Hann hevði gjørt teimum stað til reiðar, kom Hann aftur eftir teimum (Jóh. 14:2-3). Afturkoma Harrans Jesusar kann verða hvørja løtu. 
Jóh. 14:1-4; 1 Kor. 15:50-52; 1 Tess. 4:13-18; Op. 19:11-16; Zac. 14:1-11; Dán. 12:2.

 

 

10. ÆVINLEIKIN 
Menniskjan er skapt at liva í allar ævir. Hon kann liva æviga atskild frá Gudi vegna synd ella í ævigum samfelagi við Gud grunda á fyrigeving syndanna til frelsu. Ævigi skilnaðurin frá Gudi er Helviti - hitt æviga lívið. Himmalin og Helviti eru verulig, ævig støð. 
Matt. 25:46; Jóh. 3:16-18,36; 12:25; Róm. 6:23; Op. 2:10; 3:11; 4:4,10; 20:15; Dán. 12:2; 1 Kor. 3:10-15; 4:1-5; 9:24-27; 2 Kor. 5:10; Róm. 14:10; 1 Tess. 2:19; 2 Tess. 1:8-9; 2 Tim. 4:8; Ják. 1:12; 1 Pæt. 5:4.

Bygningur