Húsbólkar

Endamálið við húsbókum at at hava eitt "minni" heim í "stóra" heiminum. Eitt stað at leita sær stuðul og stuðla hvør øðrum í dagliga lívinum og við áhuga í at taka ímóti nýggjum limum (Róm. 15:7). Ein tílíkur opinleiki ber millum annað í sær at innihald, stødd og skap á bólkunum javnan broytist eftir skiftandi tørvi hjá limunum. 

 

Eg hoyri til familju Guds saman við øðrum trúgvandi (Gal. 6:10; Ef. 2:19; Róm. 12:5)

Mær tørvar stuðul til at búnast andaliga (Heb. 10:24; Præd. 4:9-10, 12)

Mær tørvar at standa í ábyrgd í samfelagnum við onnur (Orðt. 27:17; Hebr. 3:13; Gal. 6:1-2)

Kristus er hjástaddur, tá vit eru í røttum samfelag hvør við annan (Matt. 18:20)

Samfelagið er ein vitnisburður fyri heimin (Jóhs. 17:21)  

Høvuðsorsøkin til at savnast í húsbólkum, er at stuðla hvør øðrum í dagliga kristna lívinum.

Skriftin lærir greitt at vit eiga at koma saman og saman byggja upp eitt inniligt kærleiksband hvør við annan, har vit í verki tæna hvør øðrum (Gal. 5:13).

Hetta er eisini í trá við tað, Jesus gav okkum boð um:”... at vit skulu elska hvør annan soleiðis sum ”Eg havi elskað tykkum ...” (Joh. 13,34).

Í einum vanligum gerandisdegi, har flestøll hava nógv um at vera, er ofta torført at seta tíð av til at tæna hvør øðrum.

Tí kann luttøka í einum húsbólki verða eitt gott høvi hjá okkum, til at raðfesta samfelagi við hvønn annan og sum syskin í Harranum seta tíð av til at hjúkla um hvønn annan. 

Lívdin byggir á endamálini tilbiðan, tænasta, samfelag, trúðboðan og læru, og virðini viðkomandi, frælsi og ábyrgd.

Hetta eru endamál og virði, ið húsbólkar eisini byggja á. Tó er samfelagið og samveran miðdepilin í virkseminum í húsbólkinum og innihaldi er skiftandi í húsbólkunum.

Dømi um innihald í húsbólkinum kann verða bøn, samrøður um gerandismál og andaligir spurningar, spøl, útferðir, máltíðir, filmsframsýn- ing, bowling o.a.

Tú kanst sjálv/ur verða við at ávirka innihaldið, og um tú ikki sjálv/ur hevur pláss heima ber tað tó til at luttaka

Útgangsstøðið er, at húsbólkarnir hava eina bólkaleiðslu og at tey møtast heima hvør hjá øðrum eftir avtalu, triðju hvørja viku.

Húsbólkarnir eru frítt stillaðir at møtast aðrastaðni ella at skipa fyri øðrvísi tiltøkum o.a.

 

Um tú hevur áhuga í at gerast partur av einum húsbólki, kanst tú tekna teg við at senda ein t-bræv til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella fylla út formularin her. 

Tekningarkort til húsbólkar

Joomla Forms makes it right. Balbooa.com

Bygningur