Endamál

Hvørja leið vilja vit ganga? - Hugsjónir

  • At kunngera gleðiboðskapin á ein hátt, sum er viðkomandi fyri føroyingar í 21. øld
  • At hava eina samkomu, har øll tey, sum eru sorgarbundin, niðurboygd, vónleys og friðleys, kunnu finna kærleika, gleði, vón og frið í Kristusi
  • At senda trúboðarar út um allan heim - og stuðla teimum andaliga og fíggjarliga
  • At uppbyggja og stimbra børn Guds í Orðinum, soleiðis at tey nýta og menna gávur sínar
  • At hava livandi tilbiðjan og lovsong

 

Hvussu skulu vit byrja nýggja samkomu? - Tørvur

  • At fáa fólk at trívast andaliga
  • At náa økið oman fyri Ringvegin fyrst og fremst (frá Villingardalsvegnum til Hvítanes) – 5000 fólk
  • At hava ein vitnisburð, sum nær vantrúgvandi fyri Harran Jesus
  • At náa tey, sum hoyra til eina samkomu, men ikki ganga á møti
  • At náa alla familjuna
  • At skapa eina atmosferu, har vitjandi kunnu kenna seg vælkomin
  • At hava ein framtíðar miðdepil í Hoyvík

 

Hvat skal eyðkenna samkomuna Lívdina? - Hugmynd

  • At vera fyridømi í leiðslu Matt. 5:15-16
  • At røkta fylgið væl - umsorgan 1. Pæt. 5:1-2
  • At allir limir trívast Áp. 16:13
  • At endamálið er greitt og skilligt Áp. 13:36
  • At sýna vitjandi vinalag 1. Tess. 2:1
  • At allir limir eru tænarar Róm. 12:4-5
  • At náa grannalagið út frá samkomuhúsinum Áp. 19:9-10
  • At hava góðan sang og tónleik Sálm. 150
  • At sýna dygd í øllum 2. Pæt. 1:5
  • At læran er væl skipað 2. Tim. 2:15
  • Ikki at óttast broytingar Markus 7:7-9
  • At hava skipaðan og einfaldan bygnað Kol. 2:19
  • At hava glaðan kristindóm Fil. 4:4
  • At hava avslappaða atmosferu Jóh. 1:38-39
  • At hava skipað og fræls møti 1. Kor. 14:40
  • At hava fulltíðar tænarar Ef. 4:11

Bygningur