Fyrisitingar- og Trivnaðar leiðari settur í starv í Lívdini

Tað er okkum ein gleði at kunngera, at Synnøve av Rana er sett í starv í Lívdini sum Fyrisitingar- og Trivnaðar leiðari. Starvið er fulltíðar starv og er fyribils í eitt ár.

Synnøve er úr Norra og er gift Dánjal av Rana. Tey eiga trý børn.

Synnøve hevur drúgvar royndir við samkomu- og missiónsarbeiði. Hon hevur tænt bæði størri og minni samkomum, frá nýstartaðum samkomum til væl etableraðar samkomur, og hevur royndir við ymsikum sløgum av samkomuarbeiði.

Synnøve og Dánjal hava verið við í felagsskapinum Jesus Revolution, har tey hava starvast sum trúboðarar bæði í Fraklandi og Kroatia í fleiri ár. Synnøve hevur eisini tænt í Jesus Church í Oslo, og hevur teologiska útbúgving frá Høyskolen for Ledelse og Teologi í Norra (HLT).

Tey eru øll væl kend í Lívdini og hava verið aktiv í samkomuni í fleiri ár. Vit fara at heita á samkomuna at taka væl ímóti Synnøve, biðja fyri henni og stuðla hana í sínum starvi.

Synnøve byrjar í starvinum 1. apr. 2017, tó fram til hálvan august er hon bert 1 dag um vikuna, tí hon er bundin av øðrum arbeiði. Frá august kemur hon at arbeiða fulla tíð í Lívdini.

Last modified on Monday, 03 Apríl 2017 21:31

Bygningur