Lívdin stuðlar støkum uppihaldarum

Tað eru nærum tvey ár, síðani Lívdin fór undir tænastuna Linna, sum við mati og øðrum húsarhaldsvørum stuðlar fíggjarliga sperdum støkum uppihaldarum og teirra børnum, og hesa tíðina hava fleiri familjur notið gott av tænastuni.

Tað eru nøkur fólk í Lívdini, sum stuðla hesi tænastu við at gjalda fasta upphædd um mánaðin. Eisini onnur hava latið pening.

Í løtuni ber okkum til at stuðla nøkrum støkum uppihaldarum aftrat. Áhugað kunnu venda sær til Rúnu Berghamar antin á Facebook ella við at senda teldubræv á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Fyri at tryggja okkum, at tey, ið biðja um stuðul, veruliga hava brúk fyri hjálp, er neyðugt, at tey senda upplýsingar um allar fastar útreiðslur umframt útskriftir frá Taks við upplýsingum um ognir og inntøkur seinasta árið.

Allar privatar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.

Last modified on Wednesday, 25 November 2015 20:28

Bygningur