Christmastchild

 

Sunnudagsskúlin í Lívdini hevur verið við til at savnað inn skógvaeskjur við gávum til treingjandi børn úti í heimi. Ein skógvaeskja broytir neyvan heimin, MEN hjá teimum 60 milliónum børnum, sum hava fingið eina skógvaeskju síðani 1990, hevur tað gjørt stóran mun. Hjá hvørjum einasta barnið, sum fær eina skógvaeskju í ár, verður hetta óivað besta jólagávan og kanska einasta gávan, tey fáa.

Tað er felagsskapurin Operation Christmas Child, ið stendur fyri tiltakinum at lata skógvaeskjur fyltar við gávum til fátøk børn. Hvørt ár verða umleið 7 mió. skógvaeskjur latnar børnum í 95 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA, Kanada, Australia, Stóra Bretlandi, Niðurlondum og Føroyum savnað eskjurnar. Seinastu árini eru 3.000 skógvaeskjur, um árið, fyltar við gávum givnar Føroyum.

Í samstarvi við kirkjur, samkomur, skúlar og vælgerandi felagsskapir á staðnum verða skógvaeskjurnar latnar børnum á sjúkrahúsum, barnaheimum, flóttalegum, býlum fyri heimleys og í fátækrabýlingum.

Gávurnar verða latnar børnum treytaleyst uttan mun til hvørji tjóð tey eru av, og hvør enn politiska ella trúðarliga sannføringin er.

Eskjurnar verða latnar, tí tað eru jól. Har møguleiki er fyri tí, verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól - um Guds gávu til okkara, Jesus Kristus.

Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur við gávur til tiltakið. 

Heimsíðan hjá Christmas Child í Føroyum www.christmaschild.fo 

Heimsíðan hjá Christmas Child í Onglandi www.samaritanspurse.uk.com

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bygningur