Ágangur

LEIÐREGLUR AT FYRIBYRGJA ÁGANGI MÓTI BØRNUM OG ÓMYNDIGUM Í SAMKOMUARBEIÐI

 

Hesar leiðreglur eru gjørdar fyri at fyribyrgja:

  • At børn í kristiliga arbeiðinum verða fyri ágangi
  • At tænastufólk verða órættvíst ákærd fyri ágang
  • At tænastufólk koma í støður, har lætt er at koma barninum ov nær

 

Hvat er ágangur?


Ágangur kann vera likamligur og sjónligur. Men ágangur kann eisini vera duldur, tá talan er um sálarligan, kynsligan ella andaligan ágang. Ágangur av øllum slagi er niðurbrótandi. 

    1. Likamligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. verður sligin, bukaður, sparkaður, skumpaður ella píndur.

 

    1. Sálarligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. verður hóttur, happaður ella niðurgjørdur.

 

    1. Andaligur ágangur fer fram, tá onkur t.d. beinleiðis ella óbeinleiðis verður noyddur til at játta trúgv á Jesus, at biðja, vitna ella tala í tungum, noyddur til at verða samdur, ikki at hava frælsi til at hugsa sjálvur. At forða einum at siga frá ávísum kenslum við t.d. at siga "Soleiðis ger ein trúgvandi ikki..." og at hótta við straff Guds.

 

  1. Kynsligur ágangur fer fram, tá ein vaksin ella onkur, sum er nøkur ár eldri, brúkar eitt barn ella ungan til at nøkta sínar egnu kynsligu lystir og tørvir t.d. við: 

    1. At tvinga ein at hyggja at ella taka lut í eini gerð, sum hevur kynsligt eyðkenni.
    2. At tvinga ein at nema við kynslimirnar.
    3. At standa og lúra til tess at síggja kynslimirnar ella við at tosa um teir.

    Kynsligur ágangur er tískil ikki bert samlega ella annað beinleiðis kynsligt samband.

 

Reglur fyri øll, sum í tænastuni í samkomuni koma í samband við børn og ung

  1. Verið um møguligt altíð fleiri enn ein saman við børnunum.
  2. Um tú ert einsamallur við einum barni, ver so altíð í einum høli, har onnur kunnu koma inn, ella lat dyrnar standa opnar.
  3. Virð markið, ið barnið setir fyri kropsligari nærveru, og ver afturhaldandi og varin við øllum kropsligum sambandi.
  4. Gev gætur, hvar foreldrini seta markið fyri barn sítt.
  5. Verið altíð fleiri vaksnir leiðarar á legum ella túrum. Tá tit skulu sova, skulu, um yvirhøvur til ber, í minsta tvey vaksin vera hjástødd í sama rúmi.
  6. Í heilt serligum føri, tá tað gerst neyðugt at koyra eitt barn, skal tað gerast í samráð við foreldur ella verja.
  7. Ansa eftir, at barnið ikki kemur í eina støðu, har tað lutar nakað, sum tað kann angra aftaná. Ikki noyða nakran at málbera seg á ein ávísan hátt, at biðja ella luta okkurt hart. Virð og viðurkenn barnsins dirvi, serliga um tað avdúkar okkurt, sum tað heldur vera skomm at tosa um, men legg ONKI trýst á barnið.
  8. Ikki siga, at úrslitið av bønini hjá barninum er treytað av trúgv tess ella øðrum styrkjum, men orða teg játtandi, eggjandi og við vón.
  9. Ger tær greitt, hvørja ávirkan tú hevur, tá ið tú tosar, biður og vegleiðir. Eggja altíð barninum til at kanna út frá Skriftini, um tað er rætt, sum verður sagt. Tú eigur ikki at royna at leggja upp til at menna eitt samband við barnið, sum ger, at tað gerst bundið av tær.


Vit seta tørvin hjá børnum fram um onnur fyrilit. Tískil skulu vit á røttum stað siga frá einum og hvørjum illgruna, um tað eru vaksin, sum ikki fylgja hesum leiðreglum, lóggávuni, ella um onkur á ein ella annan hátt verður settur í vanda. 


Skjal at útskriva:
Hetta skjal er galdandi innan alt barna- og ungdómsarbeiði í Lívdini, og tá tú umboðar Lívdina til onnur tiltøk í samkomuhøpi. 


At velja fólk í tænastu


Tað er sera umráðandi at vera umhyggin og varin, tá tú skalt velja fólk at arbeiða við børnum. Lat tað so heldur taka ta tíð, tað tekur, og møguliga hava færri at velja ímillum. 

  1. Fólk, ið hava framt ágang móti børnum ella ungum, mugu ongantíð aftur starva við børnum ella ungum, ei heldur um hann/hon hevur fingið viðgerð og/ella fongsulsrevsing.
  2. Fólk, sum skulu arbeiða við børnum, skulu vera kend í samkomuni ella hava álítandi viðmæli frá tí samkomu, tey fyrr hava verið í. Tænastuleiðararnir eiga at hava eina samrøðu við viðkomandi, áðrenn hann/hon tekur við tænastuni fyri at vita, um viðkomandi er egnaður.
  3. Tey, sum starvast við børnum, skulu hava lisið og taka undir við teimum leiðreglum, sum her eru settar upp.



Soleiðis viðgert tú eina støðu, tá ið eitt barn sigur tær frá ágangi.

  1. Tak barnið og tað, sum tað sigur tær, í álvara, og minst til at vissa barnið um, at tú vilt hjálpa og stuðla tí.
  2. Ver rólig/ur, sýn ikki andstygd, hav gott eygnasamband við barnið, og gev tær góðar stundir at lurta eftir barninum.
  3. Legg tær í geyma, at eitt barn, ið hevur verið fyri ágangi, ofta ber seg tvørliga ella løgið at við kropsliga nærveru.
  4. Tú mást ikki lova, at tú ongum sigur tað. Lat barnið fáa at vita, at tú mást siga tað við onnur, so tað kann fáa hjálp.
  5. Minst til, at barnið kanska hevur fingið hóttanir um at tiga.
  6. Skriva upp so nógv sum møguligt beint eftir samrøðuna. Goym pappírið trygt, og bein fyri tí, tá ikki er brúk fyri tí longur.
  7. Boða avvarðandi mynduleikum frá sambært galdandi lóggávu.

 

Mannagongd, tá ið illgruni ella skuldseting er um ágang móti børnum:


Soleiðis boðar tú frá: 

  1. Sum borgari í Føroyum hevur tú skyldu til at boða avvarðandi myndugleika frá ein og hvørjum grundaðum illgruna um ágang móti børnum! Hevur tú illgruna um, at ágangur fer fram ella er farin fram, men kennir teg ótryggan við at boða frá, kanst tú samskifta við tín leiðara í trúnaði. Saman boða tit so avvarðandi myndugleika frá.

 

Dømi um viðkomandi lóggávu:


Brot úr løgtingslóg um barnavernd, kapittul 3 – Fráboðanarskyldan: 

§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera, og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum. 

Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. 

Soleiðis tekur tú tær av barninum og familjuni

  1. Mælir barninum og familjuni til – og um møguligt hjálpir teimum til – at taka ímóti tí hjálp, sum tað almenna bjóðar (bæði sálarligari, likamligari og sosialari).
  2. Umhugsar, um samkoman kann verja barnið móti endurtøkum.
  3. Sært til, at barnið kann koma í samkomuna so nógv, tað vil, uttan at tað skal ræðast fyri somu hendingum aftur – eisini um tað hevur við sær, at tann, sum ágangin framdi, má gevast at koma í samkomuna.
  4. Bjóðar barninum og familjuni samrøður – t.d. gjøgnum Glóðina ella Skjólið



Soleiðis stuðlar tú tí ákærda:

  1. Mælir tí ákærda og familjuni hjá ákærda staðiliga til at fáa sær sálarfrøðiliga hjálp.
  2. Bjóðar samrøður – t.d. gjøgnum Glóðina ella Skjólið

 

Soleiðis kann samkoman verða kunnað:

 

  1. Álítandi og væl umhugsað kunning til samkomuna kann fyribyrgja smettusøgum og sleygi. Hesa kunning eigur samkomuleiðslan at geva, men bert í heilt serligum førum. Tað er umráðandi, at leiðslan fær sær holla vitan um, hvussu slík kunning best verður givin.

Bygningur